Eitt Dash 8 flogfar hjá Air Greenland, sum var á veg úr Narsarsuaq til Kangerlussuaq, noyddist í gjár at trygdarlenda í Kangerlussuaq. Alt gekk væl, og eingi ferðafólk fingu likamlig mein, upplýsir flogfelagið.
- Flogskipararnir fingu ábendingar um, at trupulleikar kundu vera við tí eina motorinum. Tískil gjørdu teir av at sløkkja henda motorin og flúgva við einum motori og trygdarlenda eftir galdandi reglum.
Kunningarleiðarin hjá Air Greenland, Katja Vahl, sigur, at flogfarið lendi trygt í Kangerlussuaq umleið klokkan 15.30 lokala tíð í gjár.
- Flogfarið lendi trygt, og hvørki ferðafólk ella manning fingu likamlig mein. Kreppuskipanin hjá okkum varð sett í verk, og tikið varð hond um ferðafólk og manning eftir galdandi reglum, leggur hon aftrat.
Air Greenland sigur í tíðindaskrivi, at tey nú fara at kanna, hvør orsøkin var til hendingina, og tey fara at koma við nýggjari kunning, tá viðurskiftini eru kannað.