Eitt amerikanskt ferðamannaflogfar og ein sokallað drona mundu stoytt saman nærhendis einum flogvølli í statinum Florida fyri stuttum.
Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at flogfarið, sum felagið US Airways eigur, var á veg úr Charlotte í North Carolina til Tallahassee í Florida, tá tað kom sera nær einari dronu einar átta kilometrar frá flogvøllinum.
Loftferðslumyndugleikarnir siga, at dronan var umleið 700 metrar uppi, men eigarin hevði ikki boðað frá, og tað er brot á lógina. Hinvegin er tað meiri enn ivasamt, at eigarin verður revsaður, tí myndugleikarnir vita ikki, hvør átti tað lítla dronuna.
Sambært Jim Williams hjá loftferðslumyndugleikunum var flogskiparin á US Airways-flogfarinum bangin fyri, at dronan kundi enda í einum av motorunum á flogfari hansara. Flogskiparin hevur greitt frá, at dronan var ein eftirgerð av einum hernaðarflogfari av slagnum F-4 Phantom.









