Eitt Widerøe-flogfar noyddist í dag at venda aftur, eftir at tað varð rakt av einum snarljósi.
- Vit fingu eini boð klokkan 13.58 um, at eitt flogfar, sum var ávegis til Rørvik, varð rakt av einum snarljósi.
Tað sigur samskiftisvaktin hjá Widerøe, Catharina Solli, við Trønder-ávísina.
Hon vísir á, at snarljós vanliga ikki er nakar trupulleiki, men hesaferð varð hildið, at teknikarar skuldu hyggja at flogfarinum.
- Tað er lættari at fáa teknikarar á flogvøllinum uttanfyri Tróndheim enn í Rørvik, sigur Catharina Solli.
Samskiftisvaktin leggur aftat, at ferðafólkini í flogfarinum verða við á næstu fráferðini til Rørvik.