Meðan flogfarið stóð á flogvøllinum í Kastrup, varð tað tikið av eini sera sterkari hvirlu, sum hevði við sær, at flogfarið flutti seg eitt vet og rakti eitt portur á flogvøllinum.
Eitt hylki um tann eina motorin fekk skaða og mátti skiftast út. Atlantic Airways mátti tí leiga eitt annað flogfar fyri at avgreiða flogferðsluna sum vant.
Tað leigaða flogfarið fleyg úr Billund til Føroyar og aftur til Keypmannahavnar. Tá vóru mekanikararnir lidnir við umvælingina og flogfarið er nú aftur í vanligari rutuflúgving.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at hetta elvdi til eina lítla seinking, men øll ferðafólkini komu uppá pláss. Nøkur vórðu send við Maersk-flogfarinum, meðan onnur fóru við leiguflogfarinum.
Spurdur um óhappið gjørdist dýrt hjá felagnum, sigur hann, at alt innan flúgving er kostnaðarmikið.