Tað var einki minni enn eitt undur, at øll tey 163 umborð sluppu við lívinum, tá eitt flogfar hjá felagnum Carribean Airlines fór í tvíningar, tá tað skuldi seta seg á flogvøllin í Georgetown í suðuramerikanska landinum Guyana í gjár.
Tað regnaði illa, og sýnið var vánaligt, tá Boeing 737-flogfarið, sum kom úr New York, setti seg og fór í tvíningar. Aftaná greiddu ferðafólk frá, at tað kendist, sum at flogskipararnir vóru um at missa tamarhaldið á flogfarinum beint áðrenn lendingina.
-Tað var sum yvirgangur. Eg bað Jesus hjálpa okkum, sigur eitt av ferðafólkunum við blaðið Kaieteur News.
Caribbean Airlines dugir ikki at siga, hví óhappið hendi, men serfrøðingar úr Guyana og USA eru farnir undir at kanna tann svarta kassan úr flogfarinum.