Eingin fekk skaða, tá eitt flogfar hjá SAS fór út av lendingarbreytini í Kastrup-floghavnini í morgun.
Flogfarið, sum er av slagnum Airbus 319, kom úr Oslo við 79 ferðafólkum, og av einari ella aðrari orsøk fór tað út av breytini í einum svingi.
Tað er ikki greitt, hvussu nógva ferð flogfarið hevði, tá óhappið hendi, men ein maður, sum var við flogfarinum, sigur við norska blaðið VG, at flogfarið hevði heldur meiri ferð enn tað, sum hann heldur vera vanligt.










