Flogførini lenda við stuttum millumbilum

Í gjárkvøldið vóru flogførini hjá Atlantic Airways seinkað av ringa veðrinum, men í morgun lenda tey við stuttum millumbilum Ólavsøkugestir noyddust at bíða, tá veðrið gjørdi, at einki flogfar lendi í gjárkvøldið. Ætlanin var, at eitt flogfar skuldi lenda í nátt, men hetta gjørdist ikki møguligt.

Nú lenda gestirnir á flogvøllinum í Vágunum við stuttum millumbilum. Í morgun klokkan 08.20 kemur RC457, og longu 08.30 lendir RC481.

Tað er sera vanligt, at mjørki er hesa tíðina, og at hann liggur leingi, men ólavsøkugestirnir verða hóast alt ikki ov seinir til ólavsøku.