Flogførini fingu ongan skaða av øskuni

Flogførini, sum í gjár flugu yvir Niðurlondum og Týsklandi fyri at vita, um øskan elvdi til nakran skaða, fingu ongi brek av at flúgva ígjøgnum øskuna. Tað skrivar danska Kringvarpið í morgun.

Niðurlendska flogfelagið, KLM, og týska flogfelagið Lufthansa, lótu í gjár kanningarflogfør flúgva ígjøgnum øskuna uppi yvir Niðurlondum og Týsklandi.

Eftir kanningarferðina eru flogførini kannað, men bæði feløgini siga, at eftir øllum at døma er ongin skaði hendur.

Lufthansa fleyg í 3000 metra hædd, men klatraði upp í 8000 metrar fyri at vita um nakar skaði stóðst av øskuni, men tað vóru tað ongi tekin um.

KLM læt eitt flogfar flúgva runt í 8000 metra hædd, sum er vanlig floghædd, men læt eisini flogfarið fara heilt upp á 13000 metrar, men heldur ikki á tí flogfarinum vóru tekin um nakran skaða.

- Vit sóu ongar ábendingar um nakran skaða, hvørki á sjálvari ferðini, ella tá ið flogarið varð kanna aftaná, sigur stjórin í KLM, Peter Hartmann, sum sjálvur var við á ferðini, við danska Krinvarpið.

Bæði KLM og Lufthansa fara nú at royna at fáa loyvi at flúgva nøkur av teirra flogførum heim, sum annars eru strandað runt íkring.

Og so vóna tey eisini smátt um smátt at fáa loyvi til at taka vanligu rutuflúgvinga upp aftur.