Flogbóltskvinnurnar komnar til Ísraels

Seint í gjárkvøldið komu føroysku flogbóltskvinnurnar til Ísrael. Klokkan 17.30 í morgin spæla tær tann triðja dystin í hesi undankappingini ímóti Ísrael. Talan verður aftur um torrføran dyst, tí Ísrael vísir styrki á heimavølli, skrivar Flogbóltssambandið

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Seint í gjárkvøldið komu føroysku flogbóltskvinnurnar til Ísrael. Klokkan 17.30 í morgin spæla tær tann triðja dystin í hesi undankappingini ímóti Ísrael. Talan verður aftur um torrføran dyst, tí Ísrael vísir styrki á heimavølli, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Triði dysturin hjá føroysku kvinnunum verður í morgin klkkan 17.30 á Enerbox Sport Palace í Hadera, sum liggur stutt norðanfyri Tel Aviv í Ísrael. Liðið kom rættuliga seint fram í gjárkvøldið, so fyrsta venjingin hjá teimum var seinnapartin í dag.

 

- Føroysku kvinnurnar eru í eini tilgongd, har tær venja seg við hørðu mótstøðuna og høga leikliga stigið.  Í 1. settinum móti Rumenia vístu tær, at tær væl kunnu seta seg upp ímóti sterkum liðum. Her var tað serliga Súsanna Ludvig, sum í føroyska álopspartinum og blokkinum skarðaði framúr og ferð eftir ferð tók Rumensku spælararnar á bóli, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Ísrael tapti stórt á útivølli móti Rumenia, men á heimavølli sunnudagin spældi liðið væl móti sterka Kroatiska liðnum og tapti 3-1. Her vóru tað serliga nummar tíggju Malik, og nummar 7, Gamanovich, sum spældu væl. Gamanovich var annars eitt av veiku liðunum á Ísraelska liðnum móti Rumenia, so spennandi verður at síggja, um Ísraelska liðið heldur stigið, ella um leikligu avrikini eru eins svingandi og úrslitini benda á, verður sagt úr Ísrael.

 

Dysturin verður klokkan 17.30 í morgin og sæst á eurovolley.tv.

 

Mynd: (Flogbóltssambandið)