Flogbóltur: U17 dreingirnir vunnu eisini á Onglandi

Føroyska U17-flogbóltslandsliðið hevur vunnið sín bólk í altjóða kapping

Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum heldur árfram við sigurskósini og vunnu í dag 3 – 0 á Onglandi í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Settini endaðu 25-16, 25-16 og 25-21.

 

Les eisini: U17-dreingirnir smurdu Svøríki av

 

Sostatt hevur føroyska liðið vunnið sín bólk, eftir at teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0, og er liðið nú klárt til hálvfinaluna, sum verður spæld klokkan 16.00 í morgin. Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland,  Norra og Ísland.

 

Allir dystirnir síggjast beinleiðis við at trýsta HER

 

Klokkan 16.00 í dag spælir U17-landsliðið hjá gentum ímóti Onglandi. Tær vunnu eisini á Svøríki í dag.

 

U17-landsliðið dreingir:

Fleyr:

Jónfinnur Jógvansson Hansen

Mattias Nolsøe Isaksen

Tórur Paulason

Hørður Joensen

 

SÍ:

Hjørtur Joensen

Bjarni Joensen

Silas Poulsen

Ragnar Weihe

Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

 

Mjølnir:

Dávið Hentze

 

Venjarar:

Rajko Petrovic og Hans Simonsen