Flogbóltur, kvinnur: SÍ vann oddadystin

Gestirnir úr Havn stríddust sera væl, men SÍ legði meira fyri í fimta og seinasta settinum.

 

Úrslitið var 3-2. Settúrslitini vóru 25-18, 21-25, 25-20, 18-25 og 15-7.

 

Tveir aðrir dystir vóru í Eik-liguni í dag. Mjølnir vann greitt og uppiborið 3-0 á útivølli móti TB.

 

Uppflytarin Ternan hevur framvegis sítt fyrsta stig til góðar. Tær taptu 1-3 á heimavølli fyri KÍF. Settúrslitini vóru 26-28, 25-17, 23-25 og 19-25.

 

STIGATALVAN:

 

1. SÍ ? 8 stig (4 dystir)

2. Fleyr ? 6 stig (4 dystir)

3. Mjølnir ? 6 stig (4 dystir)

4. TB ? 4 stig (4 dystir)

5. KÍF ? 4 stig (4 dystir)

6. ÍF ? 2 stig (3 dystir)

7. Dráttur ? 0 stig (4 dystir)

8. Ternan ? 0 stig (4 dystir)