Landsliðsvenjararnir Kristian Mikkelsen og Hjalmar Joensen hava úttikið tier 14 leikar, sum skulu umboða Føroyar í EM-kappingini í Luksemborg í døgunum 22. – 25. juni 2017.
Hetta er framhald av HM/EM kappingini sum var í Føroyum í mai í fjørð, tá føroysku flogbóltskvinnurnar leiktu seg víðari til endaumfarið, sum nú verður í Luksemborg. Føroyska liðið vann tá á Írlandi og Liktenstein, men tapti 3-1 í móti Kypros. Men við at vinna 2. plássið, tryggjaði liðið sær rættindi at verða við í endaumfarinum.
Hini liðini í kappingini eru Luksemborg, Kypros, Skotland og Ísland. Liðið fer úr Føroyum mikudagin 21. Juni, og verður aftur 26. Juni.
Spælararnir eru:
Amager VK: Sofía Purkhús
Dráttur: Petra Sunadóttir Hansen, Sólgerð Henriksen
Fleyr: Anja Sonnadóttir Danielsen, Anna Sára Leivsdóttir Johansen, Esther Rasmussen, Magnhild Jacobsen og Óluvá Mohr
KÍF: Guðrun Lindenskov Joensen, Eyðrið E. Hansen, Sóley Poulsen
Mjølnir: Ása Fredriksberg
ÍF: Fríðgerð Høgnadóttir Hansen
TB: Inge Marie Rasmussen