Flogbóltur: Anja S. Danielsen er ársins spælari hjá kvinnum

Anja Sonnadóttir Danielsen úr Fleyr er ársins spælari hjá kvinnum

Anja Sonnadóttir Danielsen úr Fleyr er ársins spælari hjá kvinnum í flogbólti. Tað bleiv kunngjørt á gallaveitslu í Havn, sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri.

 

Les eisini: Thorvald ársins spælari hjá monnum

 

Anja S. Danielsen hevur spælt sum kantáleypari hjá Fleyr, og hevur havt stóran lut í FM- og Steypaheitinum hjá felagnum í ár.

 

Hon var í uppskoti til ársins spælara saman við Anna Sunadóttir Hansen úr Drátti, Hannu Iansdóttir Biskopstø úr Fleyr og Sóley Mørch Poulsen úr KÍF. Hjá monnum bleiv Thorvald Danielsen ársins spælari.