Flogbóltur
TB hevur klárað seg væl í flogbólti í ár. Nærum alt, ið er at vinna, hevur flogbóltsdeildin hjá TB vunnið, nevniliga 6 av 8 møguligum heitum.
Meistarar hjá TB eru gentur 12 ár og gentur 14 ár og kvinnu unglingar. Í meistaradeildini eru kvinnurnar nummar 4.
Hjá dreingjunum eru meistaraheitini eisini fleiri, nevniliga hjá dreingjum 10 ár, dreingjum 12 ár og dreingjum 14 ár og so er tað eisini 2. deild menn.
Harvið eru 6 av 8 møguligum flogbóltssteypum endað á Tvøroyri í ár, og hetta var orsøk til hugnaløtu og myndatøku í Trongisvági í fríggjakvøldið, har leikarar, venjarar, og tey, ið eru um, savnaðust.
Nevnast kann, at tað í ár eru 25 ár síðani, at TB Flogbóltur fekk sítt fyrsta heiðursmerki, og vóru tað tá kvinnurnar, ið vunnu seg úr 3. deild, og upp í 2. deild.