Fløgan ávegis í 20 ár

18. apríl gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út, hon hevur verið ávegis í 20 ár.

 

18. apríl gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út, hon hevur verið ávegis í 20 ár.

Tað eru 20 ár síðan, at sangarin Henrik Berger stovnaði bólkin Littlefish saman vi m.ø. bassleikaranum Dennis Andreasen. Bólkurin spældi sína fyrstu framførslu Det Bruunske Pakhus í Fredericia í 1994.

 

Hetta var árið, tá Edmund Joensen gjørdist løgmaður í Føroyum, John Petersen gjørdi 22 mál í 22 dystum fyri GÍ, Kurt Cobain doyði og Justin Bieber varð borin í heim.

Í 1999 hittu teir føroyska trummaran Fríða Øster, ið hevur verið limur í bólkinum líka síðan. Men hóast teir hava spælt nógv og skrivað útivið 100 sangir hesi árini, so náddi Littlefish at gerast 20 ára gamal, áðrenn fyrsta útgávan “The Gordian Knot” nú verður givin út.

Fríði Øster greiður frá, at tað eru nógvar ymiskar orsøkir til, at tað tók so nógv ár at fáa útgávuna lidna.

- ja, tað er ein long søga, fyrst og fremst hava vit ikki fingið ein útgávusáttmála, ið vit hildu vera nóg góðan fyrr enn nú, og so er nógv annað, t.d. hava vit búð í ymiskum býum, og tí er tað torført at samskipa tað, greiðir Fríði frá.

Bólkurin hevur í fleiri umførum, spælt demoir inn, tað fyrstu í 2004, men eingin av hesum er útgivin. Hesa útgávuna byrjaðu teir at spæla inn í 2008, og hon varð ikki liðugt innspæld fyrr enn farna heyst.  

Samrøða var við Fríða Øster í Vikuskiftissosialinum, ið kann lesast her