Flindt Bjerg millum Kjøl og Háfjall

Á móttøku í KÍ høllini í gjárkvøldið skuldi tað gerast alment, at Ove Flindt Bjerg skal standa á odda, tá ið KÍ fer at halda 100 ára føðingardag

KÍ VENJARIN

Tað hevur verið bíðað leingi, men nú er tað greitt, hvør skal standa á odda, tá ið KÍ fer inn í sítt 100. ár. Søgan um KÍ venjaran gjørdist ikki jólatrøll. Á móttøku hjá KÍ í gjárkvøldið skuldi tað gerast alment, at Ove Flindt Bjerg er nýggjur KÍ venjari.
Tað eydnaðist ikki at fáa søguna váttaða frá KÍ leiðsluni, sum ikki var at hitta fyrrapartin í gjár. Men eingin ivi er um, at tað verður Ove Flindt Bjerg, sum skal standa á odda fyri KÍ. Spælararnir fingu á fundi hóskvøldið í síðstu viku at vita, at navnið á venjaranum fór at verða kunngjørt mánakvøldið. Inntil fyri einari viku síðani tosaði KÍ við tveir venjarar, men hesa seinastu vikuna hava teir ikki havt samráðingar við nakran annan venjara. Teir hava bíðað eftir svari frá Ove Flindt Bjerg, og tað hava teir nú fingið.
Sambært góðum keldum í Klaksvík hava KÍ og Ove Flindt Bjerg gjørt sáttmála um eitt ára samstarv.

Arbeiða fyri at fáa styrk
Orsøkin til samkomuna í Klaksvík í gjárkvøldið var móttøka av tveimum væl kendum monnum í KÍ. Annar teirra er Anfinn Danielsen, sum í fleiri ár hevur verið ungdómsvenjari í KÍ. Anfinn hevur í sínum arbeiði verið darvaður av sjúku seinastu árini. Nú hevur hann verið í Danmark, og í KÍ og Klaksvíkini sum heilt fegnast tey um, at Anfinn Danielsen nú tykist hava vunnið førleikan aftur.
Hin maðurin, sum KÍ skipaði fyri móttøku fyri í gjárkvøldið, er ein av best umtóktu spælarunum, ið KÍ hevur fostrað. Talan er um Jákup Mikkelsen. Eftir steypasigurin á B71 í 1994, fór Jákup til Danmarkar at royna fótbóltsevnini. Hann stríddi seg á besta liðið í Herfølge, har hann var ein av lyklaspælarunum, tá ið undirtippaða bygdarfelagið í 2000 vann DM. Síðani hevur hann verið í Molde í Noregi og í Partick Thistle í Skotlandi.
Í gjár kom Jákup Mikkelsen aftur til Klaksvíkar. KÍ hevur gjørt avtalu við Jákup, sum eftir meiri enn níggju ára útlegd aftur verður málverji á barndómsfelagnum.
Í Klaksvík verður roknað við, at teir flestu av spælarunum, sum vóru við í síðsta kappingarár, fara at taka eitt tørn afturat. Fótbóltsevnini verða mett at vera nóg góð og breiddin nóg stór til at KÍ kann vera við í kappingini millum oddaliðini. Men tað verður arbeitt við at fáa einstakar spælarar afturat. Tað hevur verið nevnt, at Heðin á Lakjuni kanska var á veg aftur til Klaksvíkar. Um hetta fer at gerast til veruleika, og hvørjir aðrir spælarar møguliga eru á veg til KÍ fekst ikki at vita, áðrenn hetta blaðið fór til prentingar.