Í meiri enn eitt samdøgur rak tann 19 ára gamli amerikanarin Ryan Harris í einum fiskakassa úti fyri strondini í Alaska. Við sjónvarpið CNN sigur hann, at hann royndi at varðveita lívsmótið við at syngja tveir sangir, teirra millum ein jólasang.
Ryan Harris og ein vinmaður vóru farnir út at fiska í einum minni báti, men ein alda holvdi bátin. Vinmaðurin, sum eitur Steve Huffman, slapp í ein lívbúna, men Ryan royndi at lívbjarga sær í fiskakassanum.
Steve Huffman rak upp á land, og ein tyrla tók Ryan Harris upp úr fiskakassanum. Tá hevði hann verið 26 tímar í honum.