Fleyr í skuggaleikluti

Hóast munurin ikki var tann stóri, mátti Fleyr taka til takkar við leiklutinum sum skuggi, tá Mjølnir var á vitjan í Havn sunnudagin

Mansflogbóltur

Dysturin sunnudagin var millum tey bæði feløgini, ið mest av øllum hava verið við til at mynda toppin í føroyskum mansflogbólti.
Fleyr og Mjølnir hava vunnið hvør síni seks meistaraheiti av teimum tilsamans 17, ið spælt hevur verið um, síðani meistaradeildin kom. Og tað eru tøl, ið tala.
Verður hugt at turru tølunum frá dystinum hesa ferð, kundi tað gott sæð út sum ein av teimum góðu, gomlu klassikarunum við topptýdningi, men aftan fyri tølini býr tó ein annar veruleiki.
Fleyr, sum bara hevur ein spælara frá í fjør eftir á liðnum, og annars hevur menn heilt niður í 15 ára aldur, megnaði ongantíð av álvara at gera seg galdandi í dystinum móti Mjølnir.
Víst kláraðu teir hjá Fleyr at fylgja væl við í hvørjum setti, men tá tað ráddi um at halda høvdið kalt móti endanum, rakk ikki longur hjá teimum.
Í staðin hevði tað heldur royndari Mjølnir-liðið júst tað, sum skuldi til í avgerandi løtunum, og tí gjørdist leikluturin hjá Fleyr tann hjá skugganum, ið er beint aftanfyri alla tíðina.
Spælið hjá Mjølnir koyrdi væl, og tað vísti seg eisini, at liðið hevur fólk at seta inn á stórt sæð øll plássini, uttan at tað kostar nakað fyri rútmuna.
Men fyrst og fremst mundu tað kortini vera royndirnar, ið gjørdu munin í dystinum, og á tí kontuni hevði Mjølnir størra yvirskotið og kundi vinna trygt øll trý settini, hóast Fleyr hekk uppií líka til endans og kom nærri í hvørjum setti.