Mansfinalan ímillum Fleyr og SÍ er júst lokin. At enda bleiv tað Fleyr, sum vann sín fyrsta steypakappingarsigur nakrantíð.
Tað byrjaði væl hjá høvuðsttaðarfelagnum, sum vann 25-17 í fyrsta setti. Í øðrum setti svaraði SÍ tó sterkt aftur og vann 25-22. Fleyr tók tó aftur eitt stórt stig ímóti steypasigrinum í triðja settinum og legði seg á odda 2-1 við at vinna 25-18.
Í fjórða setti var leingi sannlíkt, at neyðugt skuldi blíva við einum fimta og avgerandi setti. SÍ var á odda ein stóran part av settinum og ognaði sær eisini matchbólt við støðuni 24-23. At enda kom Fleyr tó sterkt aftur og vann 26-24 og er harvið steypavinnari við endaliga úrslitinum 3-1.
Hetta var triðja finalan hjá Fleyr og fyrstu ferð nakrantíð, at flogbóltsfelagið úr høvuðsstaðnum hevur vunnið steypagull hjá monnum. SÍ er kent sum steypaliðið í føroyskum mansflogbólti, men hjá sørvingum man tapið í dag kennast eyka svárt, tí í fjør tapti SÍ eisini steypafinaluna - tá ímóti ÍF.