Fleyr-kvinnurnar tóku ikki av

Eikligan, kvinnur

Fleyr-SÍ 1-3 (25-18, 27-29, 19-25, 20-25)

ÍF-Mjølnir 0-3 (16-25, 18-25, 23-25)

KÍF-Dráttur 1-3 (12-25, 11-25, 25-23, 21-25)

 

Framvegis er SÍ oddalið í Eikliguni hjá kvinnum, og framvegis hava sørvágskvinnur heldur ikki tapt nakran dyst. Men ímóti Fleyr tær taptu sítt fyrsta sett í ár ? og kundu eins væl tapt dystin við.

 

KÍF-kvinnurnar gjørdu tað øvugta, tí fyri fyrstu ferð í ár vunnu tær eitt sett, men tær megnaðu ikki at halda fast, tá harðast leikaði á ímóti Drátti.

 

Mjølnir er enn størsti avbjóðarin har frammi, og hóast spælið ikki var serliga sannførandi á Kambsdali ímóti ÍF, rakk tað væl og virðiliga til sigurs.

 

Eikligan, menn

SÍ-Mjølnir 3-2 (25-16, 20-25, 9-25, 25-18, 15-5)

Fleyr-ÍF 3-2 (26-24, 12-25, 25-16, 21-25, 15-12)

 

Hóast tað her og nú ikki gevur nakað, mundi tað ikki hava so lítið at siga fyri menninar hjá SÍ, at teir í gjár vunnu á Mjølnir, sum enn er oddalið, men nú bara er tvey stig framman fyri sørvingar.

 

Hjá fuglfirðingum hevur gingið striltið, men fyrstu tvey settini í kappingini vunnu teir á útivølli ímóti Fleyr. Tað rakk tó ikki til sigurs, tí Fleyr vann fimmsettaran, og ÍF eigur enn fyrsta sigurin til góðar.