Seinnapartin í gjár vóru tað tvey spent og uppsett kvinnulið, ið fóru á vøllin í Gundadalshøllini, tá Fleyr tók ímóti SÍ. Hesar uppgerðirnar eru ofta endaðar við, at hóast Fleyr kundi spæla væl og hótta eitt sindur, var tað kortini aloftast SÍ, ið fór avstað við øllum.
Men so varð ikki hesa ferð, tí Fleyr megnaði at halda fokus og koyra á allan vegin. At tað so rakk til sigurs á júst SÍ, kann fara at geva Fleyr-kvinnunum eitt alvorligt skump tann rætta vegin, tí seinnu árini er liðið sum oftast fallið av egnum áðum – mest, tí avrikini hava verið alt ov óstøðug.
Í fyrsta setti í gjár løgdu bæði lið bragdliga fyri, og hóast Fleyr streyk avstað við tí, kundi tað eins væl verið SÍ. Men her kom eisini til sjóndar, at hetta veruliga var dagurin hjá Anju Danielsen, tá hon í avgerandi løtuni ímóti endanum smekkaði fleiri bóltar í gólvið, so Fleyr vann settið 27-25.
Fleyr sá út til at skula halda fram í øðrum setti, tí byrjanin gav beinanvegin 5-0. Men at tað kann skifta skjótt, vísti SÍ, tá sørvágskvinnur við sjey bóltum á rað fóru framum 7-5. So bar ikki til meira hjá gestunum, og í staðin var tað Fleyr, ið stýrdi gongdini restina av settinum.
Gongdin í triðja setti var nokk so jøvn, men Fleyr datt ikki í grøvina, sum mong flogbóltslið gera, tá tey eftir tvey vunnin sett taka sær meira av løttum í tí triðja. So eisini her megnaðu havnarkvinnur at leggja trýst á SÍ, ið gjørdi alsamt fleiri feilir og ikki megnaði at sláa ígjøgnum í avgerandi løtunum.
Hvat sigurin hevur at siga fyri Fleyr, mugu komandi dystir vísa, men í øllum førum gav hann beinanvegin eitt annaðpláss, nú bæði Mjølnir, Fleyr og SÍ eru jøvn við 18 stigum. Hinvegin mugu komandi dystir eisini vísa, um SÍ tók sær mein av ósigrinum, ella um liðið reisist skjótt aftur.
Í øllum førum gav hesin dysturin ein góðan forsmakk av, hvat væntast kann av restini av kappingini í Eikliguni hjá kvinnum, ið gott og væl er hálvrunnin. Nógv kann henda enn, men spennandi verður at fylgja fremstu liðunum, ið øll síggja út til at kunna vinna á øllum.