Fleyr fekk bronsuna

Meistaradeild kvinnur: Fleyr fekk bronsuna, men upp á hangandi hár

Greitt var áðrenn dystirnar í gjár, at skuldi Mjølnir gogga bronsuheiðursmerkini til Klaksvíkar, so skuldi Mjølnir vinna eitt stig meira enn Fleyr, sum var eitt stig fremri.

 

Mjølnir fekk eina hjálpandi – og hartsláandi - hond frá KÍF, sum smurdi Fleyr av 3-0. So nú var upp til Mjølnir at vinna sær stig í dystinum ímóti SÍ. Eftir at hava tapt tvey tey fyrstu settini, vann Mjølnir triðja sett 25-10, og tá Mjølnir førdi 20-17 í fjórða setti, var bronsan á veg til Klaksvíkar, skrivar Flogbóltssambandið.

Men so kom kinkur í, og SÍ vann næstu 8 bóltarnar og settið 25-20! – Og harvið fór bronsan til Fleyr. Við sigrinum á Fleyr hevði KÍF togað seg framum TB á stigatalvuni, so skuldi TB sleppa sær undan aftasta plássinum, so kravdist nú ein trístiga-sigur á Drátti.

Tað restaði ikki nógv í, at tað lukkaðist, men FM-finalistarnir úr Drátti vunnu 3-2. Harvið gjørdist hetta endaliga støðan í Meistaradeildini hjá kvinnum – tó at sjálv FM-finalan er eftir:

Nr. / Lið / Stig

1 SÍ 41

2 Dráttur 28

3 Fleyr 20

4 Mjølnir 19

5 KÍF 14

6 TB 13

Í Meistaradeildini hjá monnum var seinasti dysturin í kappingini ímillum Mjølnir og Fleyr, og hann vann Mjølnir 3-1. Fleyr fær bronsu fyri triðja plássið. Endaliga støðan gjørdist henda:

Nr. / Lið / Stig

1 Mjølnir 46

2 ÍF 41

3 Fleyr 17

4 SÍ 4

FM-finalan verður ímillum Mjølnir og ÍF 1. og 3. apríl.