Sjómannadagur
Fyrstu tiltøkini á Føroya Sjómannadegi byrja longu í annaðkvøld, tá sjómanssøgur og sjómansvísur verða at hoyra í Atlantis. Tað verður Óli Olsen, rithøvundur, sum fer at greiða frá ævisøgu um Fisher Heinesen.
Hósdagin letur Bátasavnið í Leirvík upp sum partur av tiltøkunum á Føroya Sjómannadegi. Eisini verður fiskikapping á Kósini fyri gentur og dreingir, og hóskvøldið endar við, at fløskupostar verða tveittir í Kalsoyarfirði.
Fríggjadagin verður lagt fyri við fiskivinnuráðstevnu, sum verður í Skálanum, og fríggjakvøldið er Bátasavnið í Leirvík eisini opið.
Leygardagurin er tann stóri dagurin, tá allar kappingarnar eru á skránni.
Stundisliga leygarmorgunin leggja tey føroysku træskipini, Dragin, Westward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Anita og Fram, til bryggju á Stongunum.
Klokkan 9 leygarmorgunin verður stórt morgunmatarborð á Stangarbrúnni.
Tað verður borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan setir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, dagin.
Leygarmorgunin verður eisini SkipaQvistin 2007, og hetta er undankappingin, har øll kunnu luttaka.
Umframt træskipini, sum koma at prýða Klaksvíkina, fara eisini stórir føroyskir bátar við árum og seglum at leggja til bryggju á Stongunum.
Eitt sindur verður av hvørjum, tá ið ræður um skip, bátar og sigling, tí eitt av tiltøkunum leygarmorgunin verður framført av nøkrum kajak-rógvarum, sum fara at sýna fram kynstur út fyri Stangarbrúnni.
Leygarmorgunin verður eisini togtogan millum skipsmanningar.
Seint fyrrapartin fer Grindamannafelagið at skera upp grindahval, og um somu tíð verður svimjikapping um vánna.
WaterShow verður eisini á bryggjuni stutt fyri middag leygardagin, og her verða tað Klaksvíkar Fimleikarfelag, sum fer at skipa fyri undirhaldslopum. Eisini verður kapprógving við fiskakassum.
Fyrsta FM-kappingin verður eisini fyri middag leygardagin, tá kappast verður í trolbøting. Eftir døgurða verða fleiri aðrar FM-kappingar í eitt nú sjómanstaki, at kasta fanglínu, at halda dreggi, kelving og agnskering.
Tvær av teimum mest spennandi kappingunum eru í at skera agn og í egning.
Seint leygarkvøldið verður ókeypis dandur “på brygga”, har Dansihugni fer at sýna fram fólkadans og fer at undirvísa í línudansi.
Sunnudagin verður sjómansgudstænasta í Kristianskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson, prestur, prædikar, og tíðliga um kvøldið verður sjómansmøti í tjaldinum. Møti verður eisini í KFUM&K við Frits Thomsen av Skála.