Flestu ísfiskatrolarar eru til fiskiskap

Í dag eru tríggir trolbátar norðan fyri og fiska tosk og hýsu, og teir fáa eisini nakað av flatfiski og upsa.

- Flestu partrolarar eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Upsafiskiskapurin er framvegis á einari leið.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt par er á Reykjanesrygginum og fiskar tosk og nakað av kongafiski og blálongu - og eitt par er vestanfyri og fiskar kongafisk. 

 

- Tveir djúpvatnstrolarar eru á rygginum og fiska tosk. Teir koma helst inn at landa seinast í næstu viku. Ein djúpvatnstrolari fiskar upsa og kemur inn at landa mánadagin.

 

Lagt verður aftrat, at djúpvatnstrolararnir, sum frysta veiðina umborð, fiska allir á djúpum vatni eftir svartkalva, og so fáa teir eisini nakað av kongafiski.

 

- Í dag eru tríggir trolbátar norðan fyri og fiska tosk og hýsu, og teir fáa eisini nakað av flatfiski og upsa. Helst landað teir fyrst  ella miðskeiðis í næstu vku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.