Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á tíðindafundi á høvuðsborgini hjá Nato í Brússel í morgun Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix

Flestu Nato-lond fara í 2024 at røkka mál um verju

18 av teimum 31 Nato-londunum fara í ár at røkka málinum um nýtslu til verju, sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á tíðindafundi á høvuðsborgini hjá Nato í Brússel í morgun Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix

Evnini hjá Nato at verja sítt øki verður alsamt størri.

Í 2024 fara 18 av teimum 31 Nato-londunum at røkka málinum hjá Nato um at brúka tvey prosent av bruttutjóðarúrtøkuni til verju.

Tað sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg. Tað sigur á einum stuttum tíðindafundi á Nato-høvuðsstøðini í Brússel í dag.

– Eg vænti, at 18 longu brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni upp á verjuna í ár, sigur Jens Stoltenberg.

Hetta verður sagt minni enn eina viku eftir, at Donald Trump gjørdi greitt, at USA við honum sum forseta ikki fer at verja Nato-lond, sum ikki lúka málið.

Tað hevur skapt stúran í fleiri Nato-londum og fleiri hava funnist at hesum, bæði Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, og amerikanski forsetin Joe Biden, sum kallað tað »nasvíst«.

Jens Stoltenberg leggur tó dent á í dag, at Nato-londini í Evropa nú av álvara økja sínar verjuútreiðslur.

Sambært Stoltenberg eru brúak evropisku Nato-londini tilsamans 380 milliardir dollarar í verjuna í ár. Tað svarar til slakar 2.650 milliardir krónur.

– Tað er enn eitt met og ein seksfalding í mun til 2014, tá bara trý sameind rukku málinum, sigur Jens Stoltenberg.

/ritzau/

 

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á tíðindafundi á høvuðsborgini hjá Nato í Brússel í morgun Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix