Flestu línuskip eru til fiskiskap undantikið tvey, sum í løtuni eru á sleipistøð.
- Eitt línuskip er undir Íslandi og frystir veiðina umborð, tvey eru á Rygginum, og annað av hesum kemur inn at landa hósdagin.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at øll hini línuskipini, sum eru til fiskiskap, eru undir Føroyum. Av hesum frysta tvey umborð, meðan restin eru á ísfiskaveiði.
- Vit vænta eitt línuskip í morgin, og annars koma flestu av hinum skipunum, sum fiska undir Føroyum, helst inn at landa seinni í vikuni.
Um útróður, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður brúkiligur tað mesta av vikuni, og veðurútlitini eru hampilig.
- So, vit vænta, at nakað verður av útróðrarfiski, og talan verður mest um tosk og hýsu, verður sagt á marknaðinum.