Flestu bankar villeiða viðskiftafólk

ES-nevndin og Evropatingið siga, at nógv teir flestu bankarnir í samveldinum eru ikki nóg heiðurligir, og tá bankarnir ikki vilja taka í egnan barm, noyðast politikararnir at herða lógina.

ES-nevndin hevur kannað 562 bankar og aðrar fíggingarstovnar í samveldinum, og kanningin avdúkaði, at grundleggjandi villur og misvísandi upplýsingar eru í reklamutilfarinum hjá 70 prosentum av stovnunum.

Danska kringvarpið sigur, at 11 danskir bankar eru við í kanningini hjá ES-nevndini, og at níggju teirra fáa omanfyri nevndu atfinningar.