Flest smittað eru í Norðoyggjum

Í Suðuroy er støðan frægast

Seinastu dagarnar hevur koronusmittan gjørt nógv mest um seg í Norðuroyggjum í løtuni

 

Tað vísa hagtølini hjá Heilsumálaráðnum.

 

Støðan er nógv ringast í Norðuroyggjum, har 46,9 prosent av teimum smittaðu eru. Næst harðast rakta økið er Sandoy, har eru 17,2 prosent av teimum smittaðu í løtuni.

 

Frægastu økini eru Suðuroy og Suðurstreymoyar, har ávikavist 2,7 og 4,3 prosent av teimum smittaðu eru í løtuni.

 

Í Norðurstreymoy eru 7,9 prosent av teimum smittaðu, í Vágum 7,0 og í Eysturoy 14 prosent.

 

##med2##