Flest prosent í Fugloy

SKATTUR Nýggjastu tølini frá TAKS vísa, at í juni mánaði hækkaði skattainntøkan mest í Fugloy - í prosentum, væl at merkja.

Sambært yvirlitinum vaks inntøkan í eystastu oyggj okkara við so mongum sum 34,18 prosentum, sum í krónum og oyrum svarar til 168.704 krónur.

Í juni mánaði í fjør komu sostatt bert 125.727 krónur inn í kommunuskatti í Hattarvík og Kirkju, men í ár slakar 43.000 krónur fleiri.

Ein onnur kommuna í økinum, Viðareiðis kommuna kann eisini staðfesta eina økta skattainntøku - við 183.000 krónum, sum svarar til 30 prosent, og sjálvt í Skúvoyar kommunu kann ein staðfesta ein vøkstur uppá heili 27,55 prosent og í Skopun ein vøkstur uppá 206.000 krónur, sum svarar til 20 prosent.

Tað eru kortini tvær kommunur sum skara framúr, tá talan er um vøksturin í krónum og oyrum - Klaksvík og Vága kommuna.

Í fyrra førinum vaks skattainntøkan í juni mánaði í ár við 550.987 krónum og í Sandavági og Miðvági við 507.000 krónum, meðan inntøkan í høvuðsstaðnum minkaði við 678.000 krónum í juni mánaði í ár, í mun til juni mánað í fjør.

Íalt komu slakar 130 mió krónur inn í landsskatti í farna mánaði og 3,1 mió í kirkjuskatti.