Tottenham-áleyparin, Harry Kane skrivaði søgu ígjár í 4-0 sigrinum hjá Spurs á Crystal Palace.
Í sínum dysti nummar 300 í Premier League skoraði Harry Kane tvey mál.
Harry Kane hevur skotið 198 mál í hesum 300 dystunum, og so nógv mál hevur eingin skotið áður í Premier League aftaná 300 dystir.
Gamli málrevurin, Alan Shearer skoraði í sínari tíð 196 mál í 300 teimum fyrstu dystunum hann spældi í Premier League. Alan Shearer er annars søguligur toppskjútti í Premier League við 260 málum. Wayne Rooney er næstfremst við 208 málum. Tað er rættiliga sannlíkt, at Harry Kane fer framvið Wayne Rooney áðrenn hetta kappingarárið er liðið.
Harry Kane er bert 29 ára gamal, og tí er sannlíkt, at hann eisini tekur søguliga metið hjá Alan Shearer, ið skoraði 260 mál fyri Blackburn og Newcastle millum 1992 og 2006.