Arbeiðsloysið millum eldri fólk er minkandi. Tað vísa seinastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya um arbeiðsloysi.
Tá hugt verður eftir tíðarskeiðinum november 2014 til november 2015 sæst, at tað serliga er í aldursbólkinum 55-66 ár, at arbeiðsloysið er minkað. Tað var annars tann bólkurin, har arbeiðsloysið var hægst, men er tað nú aldursbólkurin 25-34 ár, at flest arbeiðsleys eru.
Minsta minkingin í arbeiðsloysi er millum tey 16-24 ára gomlu. Tað er tó ikki nakað løgið við tí, tí tað er í hesum aldursbólkinum, at arbeiðsloysið er lægst.

Flest arbeiðsleys millum 25-34 ár





