ES, Bretland, USA og fleiri onnur lond eru samd um at steingja russiskar bankar úti úr Swift-gjaldsskipanini.
Tað sigur ES-nevndin í tíðindaskrvi.
Tiltøk verða eisini sett í verk ímóti russiska miðbankanum.
At fleiri bankar í Russlandi verða stongdir úti í Swift-skipanini fer at gera tað trupult hjá Russlandi at keypa og selja.
- Hetta fer at gera tað nærmast ómøguligt hjá fíggjarstovnum at senda pengar út og inn í landinum.
Sambært serfrøðingum á økinum fer hetta at raka Russland hart, tí hetta fer eisini at steðga inn-og útflutningi.
- Hetta fer at tryggja, at russiskir bankar verða koplaðir úr altjóða fíggjarskipanini, og hetta fer at gera tað trupult hjá bankunum at arbeiða globalt, sigur ES-nevndin.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, skrivar á Tvitter, at russiski forsetin, Vladimir Putin, er farin í kríggj fyri at oyðileggja Ukraina.
- Men, hann oyðileggur eisini framtíðina hjá sínum egna landi, leggur hon aftrat.