Fleiri vilja sleppa at fiska makrel

- Allur flotin, sum fiskar undir Føroyum, er sera hart raktur av, at stórur partur av føðini í havinum verður etin av makreli. Tí eiga vit at sleppa at fiska makrel. Seks skipabólkar siga seg nú taka fult undir við Jacobi Vestergaard, sum ikki vil góðtaka, at Føroyar í strandalandaavtalu um makrelin bert fáa sløk 5% av samlaðu kvotuni aftur í ár.

- Vit taka fult og heilt undir við landsstýrismanninum um, at vit eiga at halda fast um kravið uppá 85.000 tons av kvotuni. Um eingin avtala spyrst burturúr hesum, taka vit undir við eini føroyskari eginkvotu uppá 150.000 tons av makreli fyri 2010.

Feløgini, sum umboða lemmatrolarar, trolskip, línuskip, trolbátar, garnaskip og útróðrarflotan, halda eisini, at tað má metast sum sjálvsagt, at tað verður heimaflotin, sum fiskar undir Føroyum, ið fær rættin til alla økingina í føroysku makrelkvotuni.

- Makrelur í stórum nøgdum kemur inn í føroyskt øki í tíðarskeiðnum frá apríl til oktober, og sannlíkt etur hann ein stóran part av náttúrligu føðini hjá botnfiskastovnunum.

Feløgini halda, at makrelur etur munandi nøgdir av yngli hjá toski, hýsu og upsa. Soleiðis kann hann vera ein orsøk til, at hesir fiskastovnar ikki koma fyri seg.

- Avleiðingin er, at allur flotin, sum fiskar undir Føroyum, er sera hart raktur av, at stórur partur av føðini hjá botnfiskastovnunum verður etin av makreli, siga tey seks feløgini. Tey leggja aftrat, at yngulin jú eisini verður etin, soleiðis at botnfiskastovnarnir ikki koma fyri seg aftur.

Feløgini halda tí, at tað má mestast sjálvsagt, at tað eisini verður heimaflotin, ið fær rættindini til at fiska økingina í makrelkvotuni fyri 2010.