Mánadagin prentaðu vit trý sparihugskot og í dag prenta vit trý aftrat. Men bæði Dimmalætting og Kringvarpið hava tikið táttin upp. Mánadagin varpaði Útvarpið hjá Kringvarpinum ljós á átak okkara og týsdagin borðreiddu tey við søguni um, at húsaleigan hjá sendimonnum og skrivstovuleiga kostar næstan 300.000 krónur árliga – ella tilsamans 3,6 milliónir krónur.
Og seinnapartin í gjár fór Dimmalætting í dýpdina við hesum máli, har teir nágreinaðu útreiðslurnar av sendistovuni í London. Blaðið vísti á, at bara húsaleigan fyri búðstaðin hjá sendimannin, er sløk hálv millión árliga. Harumframt kemur so leiga fyri hjá sendistovuna, løn til sendimannin og aðrar útreiðslur.
Vónandi gevast Dimmalætting og Kringvarpið ikki her. Tað gera vit í øllum førum ikki, tí vit hava framvegis ov mikið av hugskotum frá okkara lesarum at varpa ljós á, umframt at vit framvegis ynskja góð sparihugskot til samgonguna. Send uppskot til sos@sos.fo við heitinum »Kreppuhjálp til Kaj Leo« ella send sms-boð til 225000.