Tvey av mest umrøddu valevnunum, Akhbar Hashemi Rafsanjani og Esfandiar Rahim Mashaie, eru útihýst frá forsetavalinum í Iran 14. juni og sleppa ikki at stilla upp.
Tað veit iranska Fars-tíðindastovan at siga.
Rafsanjani, sum er fyrrverandi forseti í Iran, hevur sagt seg vera sinnaðan at reka ein minni konservativan politikk, og hann fær eisini undirtøku frá teimum, ið ynskja politiskar nýskipanir í Iran.
Máttmikla verndarráðið, sum er ein átrúnaðarligur stovnur mitt í politiska meldrinum í Iran, hevur gjørt av, at bara átta av teimum tilmeldaðu valevnunum sleppa at stilla upp.
Millum valevnini, ið eru sloppin ígjøgnum nálareygað, er Saeed Jalili, sum hevur staðið á odda fyri iransku sendinevndini til tingingarnar um landsins umstríddu kjarnorkuætlanir.