Fleiri ung og vaksin hava fingið hjálp

Nú fáa fleiri orðblind ella lesiveik fólk hjálp á miðnámsskúlunum

Tað var Lions Club, sum tók stig til at fáa gongd á orðblind og lesiveik ung og vaksin.
Ikki av tilvild var tað Rasmus Magnussen, sum kom við hugskotinum, tí hann hevur sjálvur verið orðblindur, og tvey børn hansara hava arvað brekið.
Nú er verkætlanin hjá Lions liðug, og saman við føroyinginum Hans-Paula Christiansen, sum er skúlaleiðari í Danmark, er tikið samanum, og frágreiðingina hevur Mentamálaráðið.
Rasmus Magnussen sigur, at Bjørn Kalsø var sera jaligur, tá ið teir góvu honum frágreiðingina ella tilmælið, tí hann var væl vitandi um teir stórur trupulleikarnar, sum nógv bæði børn og vaksin hava av orðblindni.
Nakað er við at henda, tí Mentamálaráðið hevur sett ein fulltrúa at hava málsøki børn við serligum tørvi.
Í frágreiðingini verður sagt, at ferð skjótt kom á arbeiðið, og tað komu fleiri undirvísingartilboð.
Mentamálaráðið tryggjaði, at 18 orðblindalærarar vórðu útbúnir í 2010/2011, og teir hava allir aftur verið á skeiði.
Hesir lærararnir eru útbúnir til at undirvísa ungum og vaksnum. Á fleiri skúlum er nú undirvísing fyri orðblind.
Á Heilsuskúlanum, Tekniska skúla í Havn, Handilsskúlanum, Fiskivinnuskúlanum og á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum eru tilboð um orðblindaundirvísing.

Fleiri sólskinssøgur
Fleiri sólsskinssøgur eru um ung og vaksin, sum hava fingið undirvísing. Fólk hava lært at lesa, starvsfólk á fleiri arbeiðsplássum hava lært at lesa til dømis vegleiðingar at brúka í arbeiði sínum.
Ung á vinnuskúlunum hava fingið orðblindaundirvísing, og hetta hevur gjørt, at tey ikki eru givin vegna orðblindni og hava tikið prógv.
- Tað hevur stóran týdning, at orðblindni nú er ein viðurkendur lesi- og skrivitrupulleiki, sum bøtast kann um við undirvísing eisini við kt-tilfari. Tað eru gjørd telduforrit, sum kunnu hjálpa fólki til at lesa og skriva. Mentamálaráðið hevur keypt forritið, sum øll orðblind kunnu fara eftir á netinum.
Tað er blivið sjónligt, at orðblindni finst, og at undirvísing hjálpir. Miðlarnir hava seinastu árini tosað við fleiri fólk, sum hava havt gleði av undirvísingini.
Als hevur eisini havt undirvísing fyri orðblindum. Skeiðið var 10 vikur, og luttakaratalið 10, sum fingu nógv burtur úr undirvísingini.

Stórur tørvur
Í frágreiðingini stendur, at tørvurin á orðblindaundirvísing er stórur. Tilboðini, sum nú eru komin, eru til ung og vaksin, men tørvurin á tilboðum til børn er ovurstórur.
- Eg havi mælt Mentamálaráðnum til, at orðblindalærararnir, sum nú eru útbúnir, og sum eisini eru fólkaskúlalærarar, kunnu brúka útbúgvingina til at undirvísa og kanna børn í fólkaskúlanum, skrivar Hans-Pauli Christiansen.
Hann sigur, at nú er ikki at sleppa endanum. Peningur til orðblindaundirvísing av ungum og vaksnum má setast sum ein føst upphædd á fíggjarlógini. Á tann hátt tryggja orðblind sær neyðugu útbúgvingina, og landið vísir, at tað er fastur natúrligur politikkur at hava hetta tilboð. Tað er týdningarmikið, at peningur er tøkur, tá ið skúlaárið byrjar í august.
Tað hevði eisini verið gott at fingið útbúgvið fleiri orðblindalærarar til teir vinnuskúlar og teir studentaskúlarnar, sum ikki fingu tilboðið í fyrsta umfari.
Eisini er týdningarmikið, at orðblindalærararnir javnan hittast fyri at tosa um royndir og menna tilboðið fyri alt landið. Tað hevði verið gangligt at hitst tvær ferðir um árið ein heilan dag hvørja ferð. Tað er eisini neyðugt, at orðblindalærararnir verða stuðlaðir. Orðblindalærararnir eru eldsálir, sum hava lagt nógva orki í at fáa undirvísingina í gongd.