Alsamt fleiri føroysk ung fara í viðgerð fyri rúsdrekka og rúsevni í Blákrossheiminum.
Tað kann staðfestast út frá ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum fyri 2018. Í fjør vóru 13 persónar undir 20 ár í viðgerð, samanborið við ein persón í 2017. Í aldrinum 20-29 vóru 20 persónar í viðgerð í 2018, meðan tað í 2017 var talan um 7 persónar.
Vøksturin stavar frá tilboðnum, sum Blákrossheimið veitir gjøgnum DAT-Ung, sum er eitt sertilboð til tey ungu. Í 2018 hava 13 ung fingið – og fáa framvegis – DAT-viðgerð, sum inniber einstakligalingasamrøður, samrøður við familjur/avvarandi hjá teimum ungu og bólkaviðgerð.
Í Blákrossheiminum vita tey, hvørjum avbjóðingum tey ungu stríðast við, og har verður staðfest, at rúsevni eru í umferð.
- Tey ungu nýta í størri mun annað enn alkohol sum t.d. hash, amfetamin, kokain, heroin og onnur narkotisk evni saman við rúsdrekka. Hetta krevur serstaka viðgerð og vitan, og tekur longri tíð at viðgerða, og hesa viðgerð veita vit í DAT-Ung, sigur Blákrossheimið.
##med2##