Fleiri ung fáa hjartatilburð

Talið á amerikumonnum undir 45 ár, sum fáa hjartatilburð, er munandi økt seinastu 15 árini.

Tað vísir ein kanning, sum The Independent skrivar um. Vøksturin í hjartatilburðin millum yngri fólk hevur verið 15 prosent frá 1994 til 2007

Serliga eru tað menn undir 34, sum oftari fáa hjartatilburð nú enn fyri 10 árum síðani. Har hevur vøksturin verið 47 prosent.

- Vit meta, at yvirvekt og ov høgt blóðtrýst spælir ein leiklut í økingini, sigur Zin Tong, sum starvast á US Centers for Disease Control.