Eldur er í einum farmaskipi, sum er fult av bilum frá bilaverksmiðjuni Porsche.
Tað var týsmorgunin hin 15. februar, at eldur kom í skipið Felicity Ace, sum tá var statt mitt úti í Atlantarhavinum.
Skipið var á veg úr Týsklandi til Davisville í Rhode Island í útnyrðingspartinum av USA.
Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar.
Sagt verður, at umborð í skipinum eru umleið 4000 bilar og manningin, sum øll er bjargað, taldi 22.
Tá eldur kom í skipið, sendi manningin út neyðarkall. Skip, sum vóru á leiðini, bjargaðu manningini, og bjargingartænastan í Portugál kom eisini til hjálpar.
Sagt verður, at manningin varð flutt á eitt hotell á portugisisku oynni, Faial, sum er partur av oyggjabólkinum, Azorunum.
##med2##