Tað hevur elvt til atfinningar, at tað verður Herjólfur 3, sum skal avloysa Smyril í suðuroyarsiglingini, tá ið hann fer í dokk í august. Serliga hava stúra fólk fyri, at Herjólfur er so lítil, at hann tekur ikki meiri enn ein triðing av teimum bilum, sum Smyril tekur og hann tekur ikki meiri enn helvtina av ferðafólkunum. Strandferðslan hevur ásannað, at tað hvat farmi og bilum viðvíkur, er hetta ein stór avmarking aftur ímóti Smyrli, men tey stúra ikki so illa fyri sjálvum ferðafólkaflutninginum.
Men hetta eru ikki einastu trupulleikar, sum hava tikið seg upp, tí nú vísir tað seg, at tað gongur illa hjá Strandferðsluni at manna Herjólf. Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni sigur, at tey hava nokk av umsøkjarunum til at manna brúnna. Men tað eru ikki nógv, sum hava søkt størvini sum dekkari og tað eru eisini fá maskinfólk, sum hava søkt.
Hann sigur, at Strandferðslan fer nú at lýsa eftir fólki av nýggjum og hann vónar at tað fer geva úrslit, tí nú kunnu tey vísa á eina neyvari siglingarætlan enn tey hava kunnað higartil og hann vónar, at tað fer at fáa fleiri maskinmeistarar og dekkarar, at søkja.
Ein trupulleiki er sjálvandi, at tað er trot á maskinmeistarum, og á arbeiðsfólki yvirhøvur. Tað kann eisini vera ein trupulleiki, at talan er um eitt tíðaravmarkað starv hesa tíðina, Strandferðslan hevur leigað Herjólf - og fyribils er tað til á heysti næsta ár. Men Jóhan Petur Abrahamsen heldur kortini, at hetta átti at verið eitt lokkandi kjansur hjá eldri maskinmeistarum, sum eru í ferð við at rigga av, tí so kunnu teir sigla ta seinastu tíðina heima. Hann heldur, at tað átti eisini at verið ein fínur møguleiki hjá nýlærdum maskinmeistarum, sum kunnu fáa sær nakrar royndir.
Hann leggur afturat, at ta tíðina, Smyril er í dokk, og Herjólfur skal sigla einsamallur, verður í hvussu so er eingin trupulleiki, tí tá fer manning av Smyrli umborð á Herjólf.










