Bilaframsýningin í París, sum var frá 4. til 19. september, var karmur um nógvar nýggheitir frá bilverksmiðjum kring allan heim.
Á básinum hjá Toyota vóru ikki minni enn tríggjar nýggjheitir. Tveir heilt nýggir bilar: Toyota iQ og Urban Cruiser, umframt at ein nýggjur Avensis. Allir koma teir á marknaðin fyrra hálvár 2009.
Fyrsti nýggi Toyota sum kemur á marknaðin verður Avensis, sum kemur fyrst í nýggja árinum. Talan er um triðju generatión av Avensis, sum er ein sera týðandi bilur hjá Toyota og ein av teirra mest seldu bilum.
Sum myndirnar sýna, sær tað út til, at Avensis í útsjónd er farin at líkjast luksusbilinum hjá Toyota, Lexus, bæði uttan og innan. Sambært Toyota verður nógv gjørt burturúr bæði hvat kvaliteti og útgerð viðvíkur. Nýggi Avensis kemur eisini við nýggjum motorum sum bæði krafta betur og dálka minni, enn teir sum eru á marknaðinum í dag. Nýggi Avensis verður gjørdur sum sedan og stationcar.
Toyota iQ og Urban Cruiser
Toyota iQ er ein minibilur, sum er minni enn 3 metrar langur. Sambært Toyota verður talan um tann minsta minibilin til fýra persónar á marknaðinum. Bilurin verður eisini ein av minst dálkandi bilum við einum CO2-útláti upp á 99 gr./ km. Toyota iQ verður fyrsti bilur við airbag til at verja tey sum sita á baksetrinum, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá.
Triðja Toyota nýggjheitin í 2009 verður Urban Cruiser, sum verður ein rúmligur og praktiskur 4x4, ið er nakað minni enn núverandi Toyota RAV4. Enn er ikki likið so nógv út um Urban Cruiser, men vit vita, at hann kemur við 1,4 litra D4-D dieselmotori við CO2 útláti upp á 133 gr/km, og við 1,3 litra bensinmotori.