Fleiri tilburðir av fuglakrími

Myndugleikarnir í Indonesia kunngjørdu í gjár, at ein maður har er deyður av fuglakrími. Sagt varð at maðurin doyði í síðsta mánað, men tað er ógreitt, hví tíðindini ikki koma fyrr enn nú. So seint sum fyri nøkrum døgum síðani funnust fleiri at Indonesia og løgdu myndugleikarnar undir at hava dult fleiri tilburðir av teirri herviligu sjúkuni.
Í gjár frættist úr Kina, at har eru 55 gæs deyðar av fuglakrími, og at myndugleikarnir høvdu givið boð um at avlíva 45.000 aðrar. Fyri einari viku síðani doyðu 2600 fuglar á einum garði í Mongolia, og har vórðu 91.000 aðrir avlívaðir.