Fleiri túsund litrar av olju á sjógv

Ein hending á Skipasmiðjuni í Havn í gjár viðførdi, at fleiri túsund litrar av olju fóru á sjógv.

 

Í gjár um klokkan 19.30 varð boðað frá hjá løgregluni, at olja varð funnin á Vestaru Vág í Havn. Løgreglan kannaði málið, og tað vísti seg at stava frá Skipasmiðjuni.

 

Tí á Skipasmiðjuni stóð ein bátur, sum fólkini á skipasmiðjuni høvdu arbeitt upp á um dagin, og frá bátinum var olja runnin niður og á sjógv.

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at sløkkiliðið varð boðsent, og seint í gjárkvøldið hevði sløkkiliðið tikið um 1000 litrar upp úr sjónum, men enn er nakað eftir, og arbeiði at taka oljuna upp er framvegis í gongd.