Fleiri túsund føroyingar útihýstir

Umboð fyri MBF átalaði á valfundi í sjónleikarahúsinum í kvøld, at allur tann stóri parturin av føroyingum, sum eru hoyribrekað og eru deyv, ikki sleppa at vera við við valstríðnum. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, skammast um støðuna Føroyar eru ikki eitt demokratiskt samfelag, har øll hava sama rætt

Tað staðfesti eitt umboð frá Meginfelag teirra brekaðu á valfundinum hjá Rás 2 og Sosialinum í Sjónleikarahúsinum í kvøld.

Hon sipaði til tann lutfalsliga stóra bólkin av føroyingum, sum hoyra illa ella sum eru beinleiðis deyvir.

Nógvir valfundir hava verið, men ongastaðni er skipað fyri teknmálstulki og í sjónvarpinum er ikki skipað fyri, at valsendingar eru tekstaðar. Heldur ikki eru teleslyngir nakrastaðni á valfundum.

Ein partur av fólkaræðinum er at fyrireika veljaran at seta krossin, men her er ein stórur partur av fólki útihýstir frá fólkaræðinum.

Jógvan á Lakjuni, landstýrismaður ásannaði trupulleikan og hann kundi bara skammast um, at vit ikki eru komin longur á hesum máli.