Fleiri túsund føroyingar skulu hava meiri fyri gjaldið til Kringvarpið

Vit hava eitt gylt høvið til at takta hetta upp í ár, sigur landsstýrismaðurin

Kringvarpið skal gera meiri burtur úr at seta tekst til sendingar í sjónvarpinum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, nú Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera fyri at fáa tekst á sendingar í sjónvarpinum.

https://www.in.fo/news-detail/news/einir-8000-foeroyingar-faa-einki-fyri-gjaldid-til-kringvarpid/?no_cache=1Les eisini: Einir 8.000 føroyingar fáa einki fyri gjaldið til Kringvarpið

Hann sigur, at eitt stig á leiðini er tikið í ár við tað, at játtanin til Sjónvarpið er hækkað 200.000 krónur í ár og tann peningurin er markaður til at teknmálstulka tíðindasendingar, og aðrar føroyskar sendingar, í sjónvarpinum.

Jenis av Rana sigur, at annars hevur Kringvarpið upplýst, at eftir teirra tykki vilja hyggjarnar fyrst og fremst at Dagur og Vika verður tekstað.

Tær 200.000 krónurnar røkka ikki til at teksta allar fýra tíðindasendingarnar í sjónvarpinum, og tí skjýtur Kringvarpið upp at teksta innsløg í Degi og Viku. Hetta merkir, at innsløgini eru tøk við teksti á heimasíðuni hjá KvF dagin eftir sendingina. Sostatt kunnu tey, sum ikki hoyra so væl, fylgja betri við í tí, sum hendur í samfelagnum.

Ein slík skipan er eitt stórt framstig, tí nú verða tíðindasendingarnar í sjónvarpi ikki tekstaðar.

Annars hevur Kringvarpið upplýst fyri landsstýrismanninum, at 1,2 starvsfólk arbeiða við at týða sendingar, fyrst og fremst barnasendingar, so tær hava føroyska talu, ella føroyskan tekst.

Umframt hetta verður dokumentarsendingin hóskvøld eisini tekstað, so at hon er tøk við teksti á netinum sama kvøld, sum hon verður send í sjónvarpinum. Tá dokumentarsendingin verður endursend, er tað so við føroyskum teksti.

Kringvarpið hevur annars víst á nakrar møguleikar at menna tekstingina. Ein møguleiki er at seta tekst til dokumentarsendingina hóskvøld, tað fer at kosta 250.000 krónur, men tað verður gjørt í dag.

Ein annar møguleiki er at teksta Dag og Viku fýra ferðir um vikuna og tað fer at kosta einar 376.000 krónur um árið.

Ein gongd leið er eisini at teksta átrúnaðarligar sendingar, og ítróttarsendingina, 3-2, og tað fer at kosta 200.000 krónur um árið.

At teksta bara 3-2 eina ferð um vikuna kostar umleið 75.000 krónur um árið.

Men at týða og teksta alt útlendskt tilfar, krevur eini 14 starvsfólk, so tað fer at kosta einar sjey milliónir.

– Í løtuni fái eg ikki sagt, nær allar føroyskar sjónvarpssendingar verða tekstaðar, men verður hugt at upphæddunum, sum krevjast, átti tað at borið til at fingið tað at eydnast, sigur Jenis av Rana.

– Tað hevði sjálvandi eisini verið ynskiligt at kunnað teksta ta útlendska tilfarið, men tað verður neyvan í fyrstu atløgu, at tað fer at bera til, leggur hann afturat.

Jenis av Rana sigur, at hann fer at virka fyri, at Kringvarpið fer at gera meiri burtur úr at teksta sendingar til deyv, og tey, sum annars hoyra illa.

– Hetta er ein skylda hjá kringvarpinum og tað fer samstundis at styrkja og verja føroyska málið. – Kringvarpið metir, at tað verður ringt at gera meiri burtur úr at teksta sendingar uttan at tað fær avleiðingar fyri annað virksemi, men eg haldi, atí felag eiga vit at kunna at finna eina loysn á hesum málinum, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at eitt gylt høvi, sum liggur beint framman stavn, er nú public service-sáttmálin ímillum Kringvarpið og Mentamálaáðið, skal endurnýggjast frá 1. januar 2021. Tað er ein sáttmáli, har tað stendur, hvørjar uppgávur, kringvarpið skal røkja.

– Í tí sambandi fara partarnir í næstum undir at samráðast um, hvat eigur at vera við, og í hesum sambandi ber eisini til at taka tekstingina við, sigur Jenis av Rana.