Fleiri svartkjaftaskip á Fuglafirði

Jupiter landaði 1900 tons sunnunáttina, Finnur Fríði landaði 2300 tons mánadagin og eftir midnátt verður Christian í Grótinum inni Leygarkvøldið kom Jupiter á Fuglafjørð við 1900 tonsum av svartkjafti. Teir fóru at landa leygarkvøldið klokkan 8, og teir vóru lidnir á middegi sunnudagin.

Beinanvegin, tá ið liðugt var at landa, fóru teir nýggjan túr. Jupiter royndi síðsta túr sunnarlaga á Munkagrunninum. Nú fóru teir norður um.

Finnur Fríði kom á Fuglafjørð klokkan 8 mánamorgunin. Teir hava í dag landað 2300 tons. Fiskaríið var hampuligt fyrst á túrinum, men so minkaði tað burtur í so at siga einki, verður sagt á heimasíðuni vinnan.fo. Eisini Finnur Fríði hevur roynt sunnarlaga á Munkagrunninum.

Finnur Fríði fer nýggjan túr eftir midnátt í kvøld.

Svartkjaftaskipini eru nú norðanfyri. Tað ljóðar ikki frá nøkrum serligum fiskiskapi.

Christian í Grótinum er á veg á Fuglafjørð, har hann verður eftir midnátt. Teir hava verið úti í eina viku.

Seinastu dagarnar hevur Christian í Grótinum roynt norðanfyri. Sambært heimasíðuni hjá Christian í Grótinum er veiðan henda túrin stívliga 1800 tons.