Fleiri snýta eisini við uppgávum í fólkaskúlanum

Fyri kortum kom fram, at fleiri næmingar á miðnámi hava roynt at snýtt til royndirnar, tí hava vit spurt nakrar fólkaskúlanæmingar og lærarar um evnið.

 

– Ja, eg havi gjørt tað fleiri ferðir, og eg kenni fleiri, fleiri fólk, sum hava snýtt, summi sleppa snikkaleys burturúr, og onnur verða uppdagað, sigur ein fólkaskúlanæmingur, sum vit hava tosað við.

 

Lærarar vita av hesum trupulleikanum og halda ikki, at tað er tann heilt stóri trupulleikin, tí at teirra royndir frá hesum eru, at tá næmingar verða gjørdir varugir við hetta, so steðga teir.

 

– Ja, hetta hendir fleiri ferðIR, tó ikki til hvørja próvtøku. Sum oftast, so steðga teir, tá vit hava tosað við teir, men hetta er ein trupulleiki, sum skal takast í álvara, sigur ein fólkaskúlalærari.

 

– Vit taka av netinum, og onkutíð senda vit í millum hvønn annan. Tað er verri hjá lærarum at finna út av tí, tá vit taka tað frá hvør øðrum, og broyta stílin eitt sindur.

 

Men hvussu kunnu lærarar finna útav, at ein stílur er tikin av netinum, er tað ikki sum at finna eina nál í einari sátu?

 

– Vit hava eitt forrit, sum vit koyra stílin í gjøgnum, og tað finnur útav, um tað er tikið av netinum, sigur ein fólkaskúlalærari.

 

– Eg valdi mær stílevnið 'Snapchat', fór inn á google og leitaði eftir snapchat, eg fór inn á wikipedia og skifti málið til hálendskt, so kopi'eraði eg tað og umsetti tað við google translate, umorðaði hann eitt sindur og sendi hann. Lærarin fann ikki útav tí, og eg fekk ein flottan karakter, sigur ein annar fólkaskúlanæmingur við in.fo.

 

Í næstu viku verða páskaroyndirnar í fólkaskúlanum. Allar royndirnar eru talgildar, uttan greiðslurokning í støddfrøði.