Fleiri Smokie-atgongumerki í forsølu

Forsølan til Smokie-dansin um tvær vikur hevur gingið væl, og nú eru fleiri atgongumerki sett til sølu í førsølu.

 

Leygarkvøldið 1. oktober spælir kendi bólkurin Smokie til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Í fyrstu syftu vóru 500 atgongumerki sett til sølu í forsølu, men tey atgongumerkini eru nú seld, og fyrireikararnir hava tí gjørt av, at 200 atongumerki afturat verða at fáa í forsøluni, sum er á Café Kaspar og á ebillett.fo.

 

Smokie hevur vitjaði fleiri ferðir í Føroyum áður, og tað hevur verið sera nógv fólk til teirra framførslur. Líkt er til, at teir aftur savna nógv fólk hesaferð.