Kringvarp Føroya fær fleiri krónur í kassan í 2011. Ikki tí at kringvarpsgjaldið hækkar, men tí at fleiri nú skulu gjalda kringvarpsgjald - eisini tey, sum einki útvarp ella sjónvarp hava - um tey hava internetsamband.
Nýggj kunngerð um kringvarpsgjald er komin í gildi. Fyrr vóru tað bara tey, sum hava útvarps- ella sjónvarpstól, sum vóru før fyri at taka signalið, sum skuldu gjalda kringvarpsgjald. Um onkur helt uppá, at hann einki slíkt tól hevði, so skuldi Kringvarpið prógva tað mótsætta.
Hetta er nú broytt. Nú er próvbyrðan hjá gjaldaranum, sum skal prógva, at hann einki slíkt tól hevur. Men ein onnur stór broyting er, at hevur tú internetsamband, so skalt tú gjalda kringvarpsgjald, hóast tú einki útvarps- ella sjónvarpstól hevur.
Helena Dam á Neystabø setti nýggju kunngerðina um kringvarpsgjaldi í gildi 18. november. Ikki er greitt, hvussu nógvar fleiri pengar kringvarpið fær, men uttan iva ger tað mun. Lættari verður at krevja inn, tá fólk nú sjálvi hava próvbyrðuna, og tá øll sum hava internethald eisini eru fevnd av kunngerðini, so verða tað fá virki, ið sleppa undan.