Fleiri selja mat heimanífrá - men matvøruvirksemi krevur loyvi

Vegleiðingar eru til tað sama

Seinasta árið eru fleiri fólk farin at selja mat heimanífrá - eitt nú køkur, pitsur, matveiting til tiltøk og annað. Men fleiri teirra hava fingið boð frá myndugleikunum um at gevast við virkseminum, tí matvøruvirksemi krevur í allarflestu førum loyvi.

 

Í hesum sambandi minnir Ferðavinnufelagið á hetta á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

 

Tey vísa á eina vegleiðing hjá Heilsufrøðiligu Starvsttovuni fyri, hvussu farast skal fram, tá ið loyvi til matveiting skal søkjast - sum sæst at lesa her: Nýtt virksemi – Løggilding og skráseting.

 

Undantikið kravinum um løggilding og skráseting frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er:

 

  • Virksemi, ið einans fer fram fáar ferðir árliga (t.e. ikki fleiri enn 5 ferðir) – Hissini søla
  • Matur veittur vitjandi í privata húsarhaldinum – Heimablídni
  • Veitan av morgunmati í sambandi við Ból og Bita í privata húsarhaldinum
  • Beinleiðis veitan av føroyskum seyða- og neytakjøti til endabrúkaran, t.e. durasøla

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt vegleiðing til Heimablídni og Hissini sølu.

 

Viðvíkjandi Heimablídni er millum annað treyt, at:

 

  • veitarin býr á staðnum
  • maturin verður gjørdur í køki, sum veitarin sjálvur nýtir dagliga
  • veitarin ger og borðreiður matin sjálvur
  • tað eru húsfólk, sum eru vertir
  • virksemið er einans eftir avtalu

 

Staðfest verður, at Heimablídni m.a. ikki er:

 

  • kafé ella matstova og verður marknaðarført sum kafé við matarskrá
  • høli sum eru innrættað til kafé- ella matstovuendamál
  • høli, t.d. úthús, fjós, neyst (sum ikki er heimið)
  • fastar upp- og afturlatingartíðir
  • er opið fyri almenninginum uttan avtalu frammanundan

 

Les meira HER.